Tað verður bíðað við stórum spenningi til klokkan 14 í dag. Tá fæst at vita, um borgarar í Runavíkar kommunu skulu á val týsdagin 13. januar ella um sakarmálið, ið er reist móti Fíggjarmálinum, fær ein steðgandi virknað. Tað vil siga, at umvalið verður útsett so leingi málið er í rættinum.
Fimm býráðslimir í Runavík hava stevnt Fíggjarmálaráðið og avgerðina hjá táverandi Løgmálaráðnum um at ógilda kommunuvalið í Runavík í november 2024.
Men tað sum dómarin í dag kemur við úrskurði um, er bara um málið skal hava steðgandi virknað.
FM1 hevur fólk til staðar í rættarhølunum og hevur eyka tíðindasending klokkan 14 fyri at fortelja um úrskurðin hjá dómaranum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald