Ríkisrættarliga støða Føroya fyllur meira og meira, og í 2026 er kjakið hitnað aftur.
Í dag verða tølini í kanning hjá Portalinum og FM1 fyri spurning um málið kunngjørd. Og seinnapartin verður kjak millum formannin í Sambandsflokkinum og forkvinnuna í Tjóðveldi.
Bárður á Steig Nielsen og Sirið Stenberg eru sum vera man ikki samd í málinum. Tey vitja Árna Gregersen beint eftir tíðindini á FM1 klokkan 15.
![]()
![]()
Sirið Stenberg og Bárður á Steig Nielsen - sum hondbóltsfjepparar (Myndir: Sverri Egholm)
Sambandsflokkurin hevur ikki verið við í sonevndu tjóðarsemjuni, har Landsstýrið og meginparturin av flokkunum á tingi arbeiða við at nýhugsa sambandið við Danmark.
Les eisini: Løgmaður vónar at fara undir samráðingar við donsku stjórnuna í hesum valskeiðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald