Í gjárkvøldið varð FMA aftur á skránni, og vegna korona varð virðislønahandanin, eins og í fjør, skipað á øðrvísi hátt.
Bert 14 virðislønir vórðu handaðar á hesum sinni, og tað var sangkvinnan Eivør, sum fór av stað við flest virðislønum.
Umframt at vinna heiðurin sum "Ársins kvinnuligi sangari", vann Eivør bæði "Ársins húsi" við útgávuni Segl, og "Ársins videolag" við "Sleep on It". "Ársins tekstur" gjørdist eisini "Mánasegl", sum Marjun Syderbø Kjelnæs hevði skrivað til eitt lag hjá Eivør.
Niðanfyri sæst yvirlit yvir, øll tey, sum fingu virðisløn í gjár:
POPP/ROKK FLOKKUR
Ársins kvinnuligi sangari: Eivør
Ársins mannligi sangari: Teitur
Ársins útgáva: Modern Era - Teitur
Ársins sangur: Kanska - Einangran
OPIN FLOKKUR
Ársins sangari ella einleikari: Jákup Lützen
Ársins útgáva ella konsert: Kata - 1902
Ársins kompositión: Bei hjá Konsørn eftir Jan Rúna Poulsen og Mathias Kapnas
Ársins nýggja navn: Brimheim
Ársins videolag: Sleep on it hjá Eivør eftir Einar Egils & Elias K. Hansen
Ársins húsi: Segl, Eivør
Ársins tekstur: Mánasegl, Eivør, eftir Marjun Syderbø Kjelnæs
Ársins framleiðari: Høgni Lisberg
Áhoyraravirðisløn: Hallur Joensen
Ársins tónleikaheiður: Robert McBirnie
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald