Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, fyllir fimti ár í dag. Hóast hann ikki er nakar unglingi longur, telist hann framvegis millum yngstu tingfólkini í Løgtinginum. Hann var bert 20 ára gamal, tá hann fyri fyrstu ferð tók sæti sum varðamaður fyri Fólkaflokkin í 1989.
Og er tað nakað, ið eyðkennir yrkisleiðina, er tað politiska hegnið og handalagið. Avrikini eru mong og rúgvusmikil, men lítið er at ivast í, at søgurbøkurnar fara at minnast hann sum persónin, ið vendi sváru búskaparkreppuni, Føroyar vóru í, til búskaparvøkstur. Flatskatturin, sum núverandi samgonga helt hánt um, setti gongd á samfelagshjólini. Tað eru tíverri ikki altíð tey, ið sáa í politikki, sum heysta fruktirnar, men fakta er, at um flatskatturin ikki varð samtyktur, hevði núverandi samgonga havt hall á fíggjarlógini. Í bestu búskapartíðum.
Flatskatturin var hjartabarnið hjá Jørgeni Niclasen. Fólkinum og landinum at frama.
Hetta er kortini ikki einasti varðin, søgubøkurnar fara at minnast aftur á. Hvør minnist ikki rumblið, sum var, tá Eysturoyar- og Sandoyartunnilin vóru til viðgerðar. Mótmælisskriv komu úr øllum heraðshornum. Miðlarnir vóru á gosi. Táverandi landsstýrismaður í innlendismálum varð sendur til hús. Stór óvissa valdaði. Skuldu eysturoyingar og sandoyingar aftur missa á stokkinum?
Jørgen Niclasen, sum tá var landsstýrismaður í fíggjarmálum, fekk málið um hendur, og tað gingu bert nakrir fáir mánaðir, so var ósemjan loyst, og eitt samt løgting tók undir við uppskotinum. Eitt politiskt bragd av teimum stóru. Dagin fyri fimmti ára dagin frættist í miðlunum, at 80% av Eysturoyartunlinum var sprongdur í gjøgnum. Gongur alt eftir ætlan, verður koyrandi í 2021. Sandoyartunnilin verður eftir ætlan liðugur í 2023.
Jørgen hevur verið landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin í fleiri umførum. Frá 1998-2003 var hann fiskimálaráðharri, frá 2008-2011 uttanríkisráðharri, og frá 2011-2015 í fíggjamálaráðharri.
Jørgen Niclasen hevur drúgvar royndir í føroyskum politikki. Bæði sum løgtingsmaður, landsstýrismaður, og ikki minst sum formaður Fólkafloksins.
Í Løgtinginum hevur Jørgen havt fleiri álitisstørv. Frá 1991-1993 var hann formaður í Almanna- og heilsunevndini, frá 1994-1996 var hann formaður í Landsstýrismálanevndini, frá 1996 til 1998 var hann formaður í Vinnunevndini. Frá 1996-1998 var hann limur í Sendinevnd Løgtingsins í Norðurlandaráðnum. Í 1998 varð Jørgen valdur til formann í § 19-nevndini, sum Løgtingið setti at útgreina og lýsa tey viðurskifti í 1980-árunum, sum vóru atvoldin til djúpu búskaparligu kreppuna í fyrru helvt av 1990-árunum. Í 1998 og í 2011 var Jørgen formaður í Fíggjarnevndini, og frá 2004-2008 var hann formaður í Trivnaðarnevndini.
Jørgen var formaður í tingbólki Fólkafloksins frá 2004 til 2008, og síðan 2007 hevur hann verið formaður Fólkafloksins.
Fólkaflokkurin ynskir Jørgeni Niclasen, formanni Fólkafloksins, hjartaliga til lukku við fimmti ára degnum.
- Fólkaflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald