2024-11-22 08:01

Í morgun hevur løgreglan fingið fráboðan um at eiðisfólk sóu ljós í haganum millum Tjørnuvík út móti Stakkinum.
Fyri løtu síðan varð staðfest, at onkur hevur gingið seg fastan í økinum, og tyrla er boðsend.
Vaktleiðarin greiðir frá, at tað er so hált har, at tað ikki er ráðiligt at senda fólk til gongu í brattlendinum har.
Hesi, sum eftir øllum at døma eru í neyð, hava ikki boðað løgregluni frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald