Mentan

Fólk finnast at Kylie Jenner: Bað um hjálp at stuðla GoFundMe-innsavning

Á sosialu miðlunum finnast fólk at reality-stjørnuni fyri at biðja onnur um at stuðla, tá hon sjálv er milliardingur

Kylie Jenner (Mynd: EPA)

Kylie Jenner (Mynd: EPA)

2021-03-23 19:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mett verður, at realitystjørnan Kylie Jenner er verd góðar 900 mió. dollarar, ella 5,6 mia. krónur.

Tí hevur tað um vikuskiftið vakt ans, at hon á sosialu miðlunum heitti á fylgjarar sínar um at stuðla einari GoFundMe-innsavning fyri vinmanninum, Samuel Rauda, ið eisini er hennara makeup artist.

Tað var í farnu viku, at hann mátti undir skurð eftir eitt álvarsligt óhapp, og Kylie Jenner heitti á sínar 222 mió. fylgjarar á Instagram um at stuðla innsavningini, sum familjan hevði gjørt fyri at fáa fígging til stóru rokningina, sum Rauda nú skuldi gjalda fyri viðgerðina.

Men á eitt nú Twitter finnast fólk at Kylie Jenner fyri at biðja um pengar, tá hon sjálv er so rík, sum hon er, skrivar B.T.

M.a. siga fólk, at tey sjálvi høvdu goldið rokningina, um tey vóru eins rík og hon, og tað var teirra vinmaður, sum tørvaði hjálp at fíggja eina rokning frá sjúkrahúsinum.

Sambært miðlinum Page Six er Kylie Jenner millum tey, sum hava latið mest til innsavningina. Hon hevur latið 5.000 dollarar, ið svarar til uml. 31.000 krónur.

Uml. 100.000 av teimum 120.000 dollarunum, sum familjan sóknast eftir, eru komnar inn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder