Innanlands

Fólk í Hesti fáa nógv fleiri túrar

Fólk í Hesti fáa nú høvi at búgva í Hesti, fara til arbeiðis, og ganga í skúla

Landsstýrismaðurin, Heðin Mortensen, og Hilmar Elissaen standa framman fyri Jósup, ið nú ferð at sigla eftir nýggjari ferðaætlan

Landsstýrismaðurin, Heðin Mortensen, og Hilmar Elissaen standa framman fyri Jósup, ið nú ferð at sigla eftir nýggjari ferðaætlan

2019-01-11 13:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Landsstýrismaðurin í Samferðaslumálum, Heðin Mortensen, sigur: ”Endiliga er avtalað gjørd um, at Jósup byrjar sigling nú mánadagin. Hetta er gott fyri fólk í Hesti, og somuleiðis er ferðaætlanin hjá Teistanum varðveitt, sum hon er í dag. Hetta er eitt positivt og munandi ískoyti til verandi ferðaætlan”.

Strandferðslan ferð nú at uppraðfesta túrar út í Hest. Hetta skal gera, at fólk í Hesti fáa tað hópin høgligari at ferðast úr Heysti og yvir á Gomlurætt.

Jósup ferð at sigla eftir einari greiðari ferðaætlan millim Hest og Gomlurætt. Hetta er ein ætlan, sum skal halda fram til apríl mánað, tá summarferðuætlanin byrjar, men Landsstýrismaðurin í Samferðslumálum ætlar, at hetta skal halda fram.

Fólk í Hesti fáa nú høvi at búgva í Hesti, fara til arbeiðis, og ganga í skúla. Ørindi í meginøkinum eru eisini høglig. Jósup heur fýra túra hvønn dag, har fyrsti túrur er úr Heysti kl. 07.00, og seinasti túrur kl. 19.30 allar dagar í vikuni. Hetta passar eisini til rutuna hjá Teistanum, til Gomlurætt, so bussleiðin til Havnar eisini kan brúkast.

Er tørvur á farmaflutningi ella flutningi av akførum í og úr oynni, eru tilkalling og túrar settir í ferðaætalni,  so er at seta seg í samband við Strandferðsluna.

Í dag lýsir Strandfeðrslan við hesi nýggju ferðaætlanini millum Hest og Gomlurætt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder