- Fyrst og fremst mótmæla vit hesari ítøkiligi ætlanini um at gera parkeringsøkið og aðrar útbyggingar.
Tað sigur Marita Svartá, sum vegna íbúgvar í Saksun hevur sent sent Sunda kommunu eitt mótmælisskriv. Marita Svartá er ikki búsitandi í Saksun, men hevur familjutilknýti í bygdini. Hon sigur at fólk í Saksun standa saman um, at ferðafólkapolitikkurin hjá Sunda kommunu má broytast.
- Ferðafólkastreymurin í Saksun skal tálmast. Vit mugu gera upp við hópferðavinnuna, sigur Marita Svartá, sum sigur at fólk í bygdini eru samd um, at tað eru alt ov nógv ferðafólk í Saksun.
Sunda kommuna hevur ætlanir um at byggja 50 parkeringspláss í Saksun. Parkeringsøkið er lutur í størri ætlan, sum millum annað snýr seg um at gera savningarmiðstøð fyri ferðafólk, sum koma til bygdina.
Men Marita Svartá vísur á, at bøndur og íbúgvar í Saksun ynskja ikki at fáa fleiri ferðafólk. Heldur eigur ein heildarætlan at gerast fyri, hvussu ferðafólkastreymurin kann tálmast.
- Vit hava ikki tosað um nakað ítøkiligt. Men Landsverk hevur eitt nú víst á, at ein ljóskurv kundi verði sett upp áðrenn vegin til bygdina, sum vísur um ov nógv fólk eru í bygdini, sigur Marita Svartá, sum vísir á at vegurin als ikki er tryggur at koyra á til ov nógv fólk.
- Landsverk hevur víst á, at um ov nógv fólk seta bilin í bygdini, sleppa bilar ikki til, um okkurt óhapp kemur fyri, greiðir hon frá.
Marita Svartá, sum sjálv ikki hevur skrivað undir mótmælisskrivið, tí hon ikki býr í bygdini, sigur, at fleiri mótmælisskriv eru á veg, har eitt nú fólk, sum ikki búgva í Saksun, men hava tilknýti til bygdina, fara at hava møguleikan at skriva undir.
Les mótmælisskrivið hjá fólki úr Saksun her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald