Innanlands

Fólk úr øllum heiminum á Seglloftinum

Tvøroyrar kommuna skipar fyri integrasjónstiltaki

2019-02-21 19:51 Author image
Ari av Rana
placeholder

Komandi fríggjakvøld skipar Tvøroyrar Kommuna skipar fyri samansjóðingarkvøldi á Seglloftinum fyri tilflytarar og lokal. Ætlanin er, at tilflytarar og lokal fáa høvið til at heilsa uppá hvønn annan og fáa eitt sindur at vita um hvønn annan.

Tvøroyri hevur tilflytarar úr sera nógvum, ymiskum londum og mentanum. Á leið 20 ymisk lond eru umboðaði í kommununi. Fyri uttan norðurlond, so hava vit borgarar úr londum so sum: Bosnia, Brasilia, Burma, Filipsoyggjunum, Gana, Hollandi, Jamaika, Jugoslavia, Kenja, Nigeria, Póllandi, Serbia, Stórabretlandi, Suðurafrika, Tailandi, Venesuela og Týsklandi.

At flyta til eitt fjarskotið oyggjaland sum Føroyar, kann sjálvsagt hava sínar avbjóðingar við sær og tað er hetta, um kvøldið fer at snúgva seg um. Prátað verður við nøkur av teimum, ið hava valt at búseta seg á Tvøroyri, skrivar Tvøroyrar kommuna.

Tónleikaliga innslagið hetta kvøldið, stendur unga Jasmin Mote fyri. Jasmin bleiv ein partur av føroyska tónleikaheiminum í 2017, tá hon og bólkur hennara vunnu tónleikakappingina “Sement”. Hon hevur latið fleiri løg frá hondini síðan tá og mest kend mugu “Remember”, “Baby Blue” og “Make sense” vera. Jasmin hevur røtur úr Kenya og fer eisini at fortelja okkum okkurt um hennara søgu.

Eitt annað áhugavert innslag er David Im. David IM, sum er integrasjónssamskipari á Útlendingastovuni, fer at greiða frá sínum arbeiði og síni bakgrund. David hevur sjálvur útlendskar røtur og hevur arbeitt við integrasjón í mong ár.

Harafturat fer Orathai Wongwai (Eyð) úr Tailandi, at bjóða tailendskar smakkroyndir. 

Alt tos í mikrofonini verður á enskum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder