- Vit eru bangin fyri, at tilfeingið, sum er tann servitanin, sum er savnað nú, verður syndrað, um ráðgevarnir einans kunnu hjálpa fólki í sínum egna øki.
Tað sigur Fía Petersen, dagligur leiðari í Javna í samrøðu við Portalin. 19. apríl skrivaði Javni grein á heimasíðu síni, har tey finnast at Sernámi, sum hevur umskipað leistin, sum arbeitt verður eftir. Í framtíðini verða verða ráðgevar í starvi í fýra landafrøðiligum økjum og kunnu ikki arbeiða við fólki, sum ikki búgva í ítøkiliga landafrøðiliga økinum hjá sær.
Limir hjá Javna, sum hava trupulleikar við samskifti, hava verið undir einari skipan í Sernámi, har arbeitt verður eftir Karlstadmodellinum. Karlstadsmodellið er ein leistur, sum kann brúkast til øll, sum hava samskiftistrupulleikar, har ið fólk kring persónin við trupulleikunum, eisini fáa vegleiðing fyri at styrka eginleikarnar hjá tí, sum hevur trupulleikar. Tað er bara ein ráðgevi hjá Sernámi, sum hevur útbúgving við karlstadsmodellinum.
- Hetta er ein skipan, sum foreldrini hjá okkara limum hava verið ógvuliga glað fyri. Tey hava nú fingið at vita, at tey ikki koma at verða í somu skipan longur, greiðir Fía Petersen frá. Hon sigur at tey eru bangin fyri, at nýggja skipanin hjá Sernámi kann hava við sær, at tað verður ymiskt, hvat tilboð limirnir hjá Javna fáa í framtíðini.
- Tað kann verða soleiðis, at onkur heldur fram við somu skipan, um tey búgva har, sum ráðgevin, sum arbeiðir við hesum modellinum verður. Onnur fáa kanska ikki eitt gott tilboð, sigur Fía Petersen.
Javni limir ofta leingi í skipanini
Karlstadsmodellið kann sambært norska felagsskapinum International Association of the Karlstadmodell brúkast til fólk í øllum aldri, við ymiskum menningartarnum og øðrum samskiftistrupulleikum. Skipanin kann eisini brúkast til fólk, sum ikki hava nakra diagnosu, men bara hava samskiftistrupulleikar.
Men Fía Petersen sigur, at limirnir hjá Javna, sum hava verið partur av skipanini, eru vanliga fólk, sum fara at verða partar av skipanini í langa tíð ella alt lívið.
- Hettar eru ikki fólk, sum eru partar av skipanini í stutta tíð, men koma á mál. Okkara limir hava ofta nøkur mál, sum teir røkka, men teir koma ongantíð á mál við at loysa samskiftistrupulleikar sínar, sigur Fía Petersen. Hon greiðir eisini frá, at foreldur at teirra limum hava sagt, at tey hava fingið lovað eitt nýtt tilboð til síni børn, men tey vita ikki, hvat tilboðið verður. Sum heild hevur samskiftið við Sernám verið vánaligt.
- Tað hevur verið ógvuliga trupult at fáa hendan almenna stovnin í tal. Vit vóru á einum fundi við tey í síðstu viku, og tað kennist sum tey seta fokus á fólk við meira generellum trupulleikum. Tað tykist sum har ikki er nøkur visjón fyri eitt nú okkara limum, sum hava brúk fyri sertilboðum, sigur Fía Petersen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald