Í Evropa verður tað bert heitari og heitari. Veðurfrøðingar vænta, at hitin í Spania og Portugal fer at koma uppum 48 stig í vikuskiftinum, og fólk kring Evropa mugu nú finna uppá alternativar loysnir til at klára seg í hitabylgjuni.
Í Helsinki í Finnlandi, bjóðar ein matvøruhandilsketa kundunum hjá sær at yvirnátta í einum av kuldagoymslunum hjá teimum, skrivar DR.
Í Italska høvuðsstaðnum Rom, har hitin í gjár kom uppá 37 stig, hevur man latið fleiri enn 10.000 ókeypis vatnfløskur uttanfyri Colosseum fyri at halda vitjandi køld.
Eisini hevur man sent almenn starvsfólk út fyri at hjálpa eldri fólkum við at koma út til svimjihylarnar, so tey kunnu svimja í kalda vatninum. Og so hevur man latið fyribils herberg byggja, har tey heimleysu kunnu leita sær burtur frá sólini.
Í Noregi heita myndugleikarnir á bilførarar um at ansa eyka væl eftir, tá tey koyra gjøgnum berghol, tí bæði reindjór og seyður hevur leitað sær inn í bergholini fyri at sleppa undan sólini.
Í Týsklandi hevur summarhitin gjørt fólk so tyrst, at bryggjaríini nú mangla ølfløskur til at fylla nýggja øl í.
Í týska býnum Friedberg er ein keypmaður eisini byrjaður at bjóða kundum at sita í kuldagoymsluni. Fyri tríggjar evrur kann man keypa sær tveir minuttir í kuldanum, og verður hitin verandi ber eisini til at keypa sær eitt 10-túra kort fyri 20 evrur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald