Innanlands

Fólkaflokkurin: Átta stilla upp í Eysturoynni – Tvey stilla upp í Havn og í Suðuroynni

Í Suðuroynni er talan um Jacob Vestergaard og Jóhan Eli Poulsen, í Havn stilla Mona Breckmann Wescott og Grímur Sundstein upp, og millum valevnini á listanum í Eysturoynni eru Rógvi Egilstoft og Uni Rasmussen

Mona Breckmann Wescott og Grímur Sundstein, ið stilla upp fyri Fólkaflokkin í høvuðsstaðnum, eru bæði nýggj á listanum (Mynd: Fólkaflokkurin)

Mona Breckmann Wescott og Grímur Sundstein, ið stilla upp fyri Fólkaflokkin í høvuðsstaðnum, eru bæði nýggj á listanum (Mynd: Fólkaflokkurin)

2022-11-18 08:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar hevur Fólkaflokkurin kunngjørt fleiri nýggj valevni, sum bjóða seg fram á løgtingsvalinum 8. desember.

Í Eysturoynni, har lokalfelagið hevði uppstillingarfund týsdagin, eru átta fólk á listanum – fimm menn og tríggjar kvinnur.

Millum teirra eru Rógvi Egilstoft, borgarstjóri í Eiðis kommunu, og Uni Rasmussen, núverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Á seinasta løgtingsvali gjørdust teir báðir nummar ávikavíst 13 og sjey á listanum hjá Fólkaflokkinum við ávikavíst 227 og 465 atkvøðum.

Onnur á listanum eru:

  • Katrin Kjartansdóttir
  • Malan Rasmussen
  • Símun Jóanesarson Hansen
  • Mariann Poulsen Garðalíð
  • Eivind Jacobsen
  • Bárður á Lakjuni

Lokalfeløgini í Suðuroynni og í Havn hava tvey valevni í part. Tey høvdu uppstillingarfund ávikavíst mikudagin og hósdagin.

Í Suðuroynni stilla Jacob Vestergaard og Jóhan Eli Poulsen upp.

Jacob Vestergaard var landsstýrismaður í fiskivinnumálum fram til desember 2021, tá hann legði frá sær fyri aftur at taka sæti á tingi. Jacob Vestergaard fekk á løgtingsvalinum í 2019 næstflestar atkvøður á fólkaflokslistanum – 783.

Jóhan Eli Poulsen gjørdist á seinasta vali nummar 12 á listanum hjá Fólkaflokkinum við 230 atkvøðum.

Havnar Framburðsfelag, ið er lokalfelagið hjá Fólkaflokkinum í høvuðsstaðnum, hevur tvey valevni, sum stilla upp fyri fyrstu ferð. Tey eru Mona Breckmann Wescott og Grímur Sundstein.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder