Taparin í veljarakanningini, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti og Portal.fo, er Javnaðarflokkurin, sum tó framvegis heldur støðuna, sum størsti flokkur í Føroyum.
Í nýggju kanningini fær løgmansflokkurin 24,1 prosent av atkvøðunum, tað er 2,5 prosentstig færri enn á løgtingsvalinum í desember, og merkir eisini, at flokkurin hevði gingið aftur úr níggju niður á átta tingsessir.
Fólkaflokkurin fær eisini átta sessir í nýggju kanningini. Fólkaflokkurin stendur til stóra framgongd. Við 23,2 prosentum av atkvøðunum, er talan um er 4,3 prosentstig fleiri enn á valinum. Tað hevði givið Fólkaflokkinum átta tingsessir, tveir fleiri enn nú.
Við 23,2 prosentum nærkast Fólkaflokkurin aftur støðinum, sum hann hevði á sera góða løgtingsvalinum í 2019, tá Fólkaflokkurin fekk 24,5 prosent av atkvøðunum.
Longu í kanningini fyri trimum mánaðum síðani hevði Fólkaflokkurin eina lítla framgongd, sum útloysti sjeynda tingsessin. Nú er vøksturin so mikið stórur og ungidtøkan so dygg, at tað hevði givið átta fólk á tingi.
Sambandsflokkurin og Tjóðveldi varðveita sínar ávikavist sjey og seks tingsessir sambært kanningini, hetta hóast Sambandsflokkurin hevur eina lítla afturgongd, og Tjóðveldi eina fitta framgongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald