Innanlands

Fólkaflokkurin gongur fram í allarflestu støðum

Hetta hevur verið eitt rák frá byrjan av í kvøld - serliga er framgongdin hjá lista A stór í Eysturoynni

Uni Rasmussen hevur fingið nógvar atkvøður í Eysturoynni (Savnsmynd)

Uni Rasmussen hevur fingið nógvar atkvøður í Eysturoynni (Savnsmynd)

2019-08-31 22:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fólakflokkurin sær út til at fáa eitt frálíkt val. Heilt frá teimum fyrstu smáu valstøðunum hava úrslitini boðað frá hesum, og nú flestu av teimum stóru valstøðunum eru upptald, er greitt, at framgongd hjá Lista A er allastaðni.

Her er eitt yvirlit yvir tøl frá nøkrum støðum: 

Hvalvík 42,6 prosent - framgongd á 21,3 og Oyrabakki 18,8 prosent - framgongd á 7,3 prosent
 - Í báðum førum er tað orsakað av borgarstjóranunum í Sunda Kommunu: Heðini Zachariassen

Toftir: 21,6 prosent - frámgongd á 6 prosent

Runavík: 28,9 prosent - framgongd á 9,3 prosent
Bjartur Nolsøe toppskorari á 102 atkvøður

Gøta: 41,6 prosent - framgongd á 12,7 prosent 
Uni Rasmussen greiður toppskjútti við 121 atkvøðum

Strendur: 23,9 prosent - framgongd á 11,9 prosent

Skála: 20,3 prosent - framgongd á 6,8 prosent

Leirvík: 29,5 prosent - framgongd á 7,1 prosent

Viðareiði: 70,2 prosent - framgongd á 12,5 prosent

Eisini á hinum oyggjunum gongur Fólkaflokkurin fram í fleiri støðum -millum annað á Giljanesi og í Sørvági, har formaðurin Jørgen Niclassen helt borg, og har nýggja valevni, Rógvi Egilstoft Nielsen, fekk næstan 150 atkvøður samalagt. 

 [object Object]
(Rógvi Egilstoft Nielsen)

Fyrstu tølini í Klaksvík benda á, at Fólkflokkurin fær áleið 1300 atkvøður, og eftir 54 valstøð stendur Fólkaflokkurin at vinna tvær tingsessir og harvið koma uppá 8. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder