Innanlands

Fólkaflokkurin í Havn: Hava leitað eftir ungum valevnum

Hans Joensen sigur, at Annika Olsen hevur ikki tosað við seg um uppstilling enn. Uppstillingarfundur verður í kvøld

Hans Joensen er formaður í Havnar Framburðsfelagi (Savnsmynd)

Hans Joensen er formaður í Havnar Framburðsfelagi (Savnsmynd)

2019-02-21 16:35 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í kvøld er fyrsti uppstillingarfundur hjá Havnar Framburðsfelagi, sum er økisfelagið hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymoy. Hans Joensen er formaður í felagnum, og hann sigur, at listin byrjar longu at fyllast, og at talan er um bæði fyrrverandi politikkarar og nýggj valevni. 

Fyrr í dag skrivað vp.fo, at Annika Olsen ætlaði at stilla upp til bæði Fólkatings- og Løgtingsval, men Hans Joensen sigur, at Annika ikki hevur tosað við seg enn. 

- Hon hevur ikki tosað við meg um uppstilling enn. Eg havi bara lisið í morgun, at hon stillar upp, sigur Hans Joensen. 

Hans Joensen sigur eisini, at tey hava lagt seg eftir at fáa ung valevni, men at felagið annars hevur fylgt politisku dagsskránni hjá landsnevndini. 

- Tað er altíð tørvur á ættarliðsskifti og at fáa ung fólk, greiðir formaðurin í Havnar Framburðsfelagi frá. Hann váttar eisini, at hann sjálvur bjóðar seg fram á fundinum í kvøld. 

Uppstillingarfundurin verður í Fólkaflokshúsinum klokkan 19.00 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder