Innanlands

Fólkaflokkurin vil eisini arbeiða fyri at avtaka fólkatingssessirnar

- Men so leingi sessirnir eru har, vilja vit eisini arbeiða fyri Føroyum á fólkatingið, slær fólkafloksformaðurin fast. - Vit hava tíverri sæð onnur nýtt sessirnar til at partvíst mótarbeiða føroda politikkinum í Føroyum

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2026-03-16 18:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tjóðveldi hevur staðfest, at hetta skal verða seinasta fólkatingsval, sum íbúgvar í Føroyum atkvøða um, og Framsókn stillar fyri fyrstu ferð ikki upp til Fólkatingið. - Tað er ov lítil politikkur og ov nógv "fundraising" (peningainnsavnan) er hugsjónin hjá Ruth Vang og hennara fólki.

Í Fólkaflokkinum er eisini eitt ynski um, at fólkatingssessirnar fara í søguna skjótt. 

Hetta staðfesti Beinir Johannesen, tá Portalurin spurdi formannin í Fólkaflokkin um hetta á tíðindafundi í dag.

- Ja, vit eru fyri at arbeiða við at avtaka sessirnar. Hetta sum partur av tjóðarsemjuni. Eg skal ikki siga, um hetta verður seinastu ferð, men tað er eitt mál, sigur Beinir Johannesen.

Hann hevði júst lagt stuttu men greiðu valskránna hjá Fólkaflokkinum til fólkatingsvalið fram. Og ungi formaðurin staðfesti, at so leingi sessirnir eru har, so fer flokkurin at arbeiða fyri umboðan - fyri Føroyar.

- Vit halda tað er tíð uppá at fáa eitt fólkafloksumboð á Fólkating aftur. Ein sum arbeiðir fyri Føroyar - og bara Føroyar.

Tað eru 19 ár síðani, at nakar hjá Fólkaflokkinum sat á Fólkatingið. 

Beinir Johannensen heldur, at føroysku sessirnir í stóran mun verða nýttir til annað nú - at arbeiða ímóti tí førda politikkinum í Føroyum.

Hetta ynskir Fólkaflokkurin, sum er langt aftanfyri Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin í veljarakanningini, at broyta. 

Níggju valevni vera á lista A á fólkatingsvalinum 24. mars. Sí listan her: Níggju stilla upp til fólkatingsvalið fyri Fólkaflokkin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder