Innanlands

Fólkaflokkurin ynskir valdið til fólkið - og strangari krøv til útlendingar

Rein revsiváttan skal krevjast frá útlendskari arbeiðsmegi, og fleiri ár skulu ganga, áðrenn tað ber til at fáa familjuna við. Fólkaflokkurin ynskir skynsamari fíggjarpolitikk, men peikar ikki á nógvar ítøkiligar loysnir

Í stuttu framløguni var sjóneykan sett eitt sindur á barna- og familjupolitikk, umframt útlendingalóggávu. Vinna, búskapur og ríkisrættarliga støðan vóru lítið á bredanum (Mynd: Sverri Egholm)

Í stuttu framløguni var sjóneykan sett eitt sindur á barna- og familjupolitikk, umframt útlendingalóggávu. Vinna, búskapur og ríkisrættarliga støðan vóru lítið á bredanum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-10 16:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var í hølunum, har Sosialurin og annað áður hava húsast, at Fólkaflokkurin seinnapartin legði valskrá sína til løgtingsvalið fram.

Hetta undir yvirskriftini "Valdið til fólkið", har víst var á, at hvør einstaki persónur og hvør familja skal eiga størri ræðisrætt.

Fólkaflokkurin er, sambært veljarakanningum, stórfavorittur at vinna valið. Tí kundi hugsast, at peikað fór at verða á alskyns loysnir uppá millum annað búskapar- og bústaðaravbjóðingarnar.

Soleiðis varð tað tó ongantíð av álvara á stutta fundinum.

Barnakekkur á 20.000 krónur - lítið um búskkapin
Beinir Johannesen legði fram. 29-ára gamli klaksvíkingurin kann gerast komandi løgmaður, og peikaði hann í gjár á eitt av stóru vallyftunum hjá flokkinum: Ein barnakekk áljóðandi 20.000 krónur skattafrítt.

Harumframt skal hámarkið av barsilsútgjaldum hækkast upp í 40.000 krónur, og sum Fólkaflokkurin áður hevur víst á: Peningurin skal fylgja barninum.

Hetta skal fíggjast við yvirskotinum úr barsilsgrunninum.

Annars hevði Fólkaflokkurin ikki ein rúgvu av stórum vallyftum, men sum heild vantaði ein útgreinan um, hvussu Fólkaflokkurin ætlar at broyta fíggjarligu kósina.

Jacob Vestergaard segði aftaná við FM1, at bíðað millum annað verður eftir nýskipanarnevndini.

Hoyr eisini: Jacob Vestergaard: - Ber til at rulla aftur ella gera munagóðar broytingar við meiriluta

- Umsiting av almenna rakstrinum skal vera skynsamari og effektivari, stendur í valskránni.

Men ikki júst á hvønn hátt. Einki var heldur sagt um ríkisrættarligu støðan - tað er tó nevnt í sjálvari valskránni: Fólkaflokkurin vil halda fram við arbeiðnum við tjóðarsemjuni og fara undir samráðningar við Danmark

Bústaðir skal hava afturbering av MVG – heldur enn rentustuðul - var høvuðspunktið í mun til bústaðarstøðuna.

Strammari útlendingalóg
Tinglimir hjá Fólkaflokkinum hava í seinastuni peikað á, at neyðugt er at stramma útlendingalógina, og at syrgja fyri at tálma tilflytan á ymsikan hátt.

Og í stuttu framløguni var sjóneykan sett eitt sindur á hetta.

- Rein revsiváttan skal krevjast frá útlendskari arbeiðsmegi, og fleiri ár skulu ganga, áðrenn møguleiki fæst fyri familjuøking.

Eisini er neyðugt at krevja betri undirvísing í føroyskum til tilflytarar.

- Útlendsk arbeiðsmegi er týðandi fyri okkara vinnu, men vit skulu minnast til, at samfelag okkara er lítið og viðbrekið, segði fólkafloksformaðurin.

Ongantíð so nógvar kvinnur sum nú
Fólkaflokslistin er sum so liðugur. 34 valevni eru til løgtingsvalið - fólkatingsvalið er ikki kunngjørt enn - og víst varð á í dag, at ongantíð hava so nógvar kvinnur á lista A. Tær eru ellivu í tali.

Formaðurin heldur, at listin umboðar væl fólkið. Hetta var tað seinasta, Beinir Johannesen segði. Nógv fólk var til staðar - sí myndir niðanfyri: 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder