Innanlands

Fólkaheilsustýrið: Vit viga ov nógv

Í okkara parti av heiminum teljast vit nú millum tey londini, har lutfalsliga flest fólk viga ov nógv

2024-04-22 11:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað gongur skeivan veg við vektini hjá føroyingum. Nýggj tøl hjá Fólkaheilsustýrinum vísa, at alt størri partur av fólkinum í Føroyum livir við yvirvekt, og í okkara parti av heiminum teljast vit nú millum tey londini, har lutfalsliga flest fólk viga ov nógv.

Hetta staðfestir stóra fólkaheilsukanningin “Hvussu hevur tú tað?” frá 2023, har góðir 5.000 føroyingar svaraðu spurningum um heilsu, sjúku og trivnað. Út frá upplýsingum í kanningini er BMI, sum er eitt roknað lutfall millum hædd og vekt, ásett fyri luttakararnar. Liggur BMI-talið á 25 ella hægri, verður tað mett sum yvirvekt.

Kanningin vísir, at 66 % av føroyingum hava eitt BMI uppá 25 ella hægri. Sostatt viga tveir av trimum føroyingum ov nógv. Í 2015 lá talið á 58 %, og í 2019 var tað vaksið til 62 %, so gongdin má sigast at vera negativ. Ein størri partur av monnunum (73 %) hevur eitt BMI uppá 25 ella hægri samanborið við kvinnur (59 %). Hjá báðum kynum eru lutfalsliga flest við yvirvekt í aldursbólkinum 55-64 ár – ávikavist 82 % hjá monnum og 65 % hjá kvinnum.

[object Object]

[object Object]

Alheims fólkaheilsutrupulleiki

Samanbera vit føroysku BMI-tølini við tey í øðrum londum, er støðan ikki góð. Við teim 66 % av fólkinum, ið hava BMI uppá 25 ella hægri, liggja Føroyar millum ovastu londini í einum yvirliti hjá OECD, oman fyri øll hini Norðurlondini og á støði við USA og Bretland. Hóast støðan ikki er eins ring allastaðni, so er gongdin hin sama kring allan heim, og alt fleiri fólk liva við yvirvekt.

[object Object]

Yvirvekt er tískil ein stórur alheims fólkaheilsutrupulleiki og ein týðandi vandatáttur fyri nógvar sjúkur, so sum hjartakarsjúkur, typu 2 diabetes, krabbamein, fertilitetstrupulleikar og at doyggja ov tíðliga. Harumframt hevur yvirvekt ofta við sær stigmatisering.

- Avbjóðingin við yvirvekt er vorðin so stór, at vit mugu viðurkenna, at talan er um ein samfelagstrupulleika, sigur Vár Honnudóttir, fólkaheilsufrøðingur og verkætlanarleiðari fyri “Hvussu hevur tú tað?”. Tí eiga vit eisini sum samfelag at taka ábyrgd og vera við til at loysa trupulleikan við at fremja og stuðla undir fyribyrgjandi og heilsufremjandi átøk.

Fyrivarni við BMI

BMI tekur ikki hædd fyri býti av feitti og vøddum í kroppinum, og tí skulu fyrivarni takast fyri at brúka BMI á einstaklingastigi. Mett verður tó, at á samfelagsstigi er BMI eitt einfalt og objektivt mát fyri at meta um vektstøðuna í t.d. einum landi.

Fleiri hagtøl og meira kunning um kanningarúrslitini um vekt úr "Hvussu hevur tú tað?" eru at finna í hesi frágreiðingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder