
"Um páskirnar hátíðarhalda vit uppreisn Jesu Krists. Vit hava í føstuni fylgt Jesusi ávegis til líðing og deyða, og langafríggjadag doyði Meistarin.
Páskamorgun fingu nakrar kvinnur, ið høvdu umsorgan fyri Jesu deyða likami, tey gleðiboð, at Jesus var risin upp av deyða. Lívið vann sigur, hóast deyðin vitjaði.
Við grøv Jesu segði eingilin við kvinnurnar: “Tit mega ikki ræðast! Tí at eg veit, at tað er eftir Jesusi, hinum krossfesta, tit leita. Hann er ikki her, tí at hann er risin upp, sum hann hevur sagt.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald