2020-04-14 14:11
Hagstova Føroya hevur í dag, 14. apríl, dagført fólkatalið í Føroyum pr. 1 mars 2020.
Tað vísir, at tað íbúgvaratalið fyri stórum mánaði síðani var 52.337 fólk.
1. mars í fjør var tað beint undir 51.500.
Harvið heldur rættiliga støðugi vøksturin fram:
November 2019 (fór uppum 52.000): 52.011
Desember 2019: 52.100
Januar 2020: 52.154
Februar 2020: 52.255
Mars 2020: 52.337
Hagstovan ger altíð fólkatalið upp fyri fyrst í mánaðinum, og talið kemur áleið seks vikur aftaná dagfestingina, sum talið er galdandi fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald