Í apríl mánaði vaks talið av fólkum búsitandi í Føroyum við 87, so at tað pr. 1. mai búðu 54.431 fólk í Føroyum. Fólkatalið heldur sostatt áfram at vaksa, og hvønn mánaða verður sostatt sett nýtt met fyri hvussu nógv búgva í Føroyum.
Seinasta árið frá 1. mai 2022 til 1. mai í ár vaks fólkatalið við 572 persónum, sum svarar til ein ein vøkstur á 1,1 prosent, og tað er nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiði, skrivar Hagstovan.
Burðaravlopið minkaði óvanliga nógv í byrjanini av 2022, og hóast minkingin lutvíst varð uppvigað av einum lítlum vøkstri í nettoflytingini, so minkaði tað um árliga fólkavøksturin. Seinastu mánaðarnar er burðaravlopið vaksið eitt sindur aftur, samstundis sum nettoflytingin er minkað eitt sindur. Spakuligi vøksturin í fólkatalinum heldur tí fram, verður staðfest.
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting og burðaravlopi. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 191 fólk og eini nettoflyting á 381 fólk. Talvan niðanfyri vísir, at samanborið við undanfarna tíðarskeið er nettoflytingin minkað meðan burðaravlopið er vaksið.
![]()
Trendarnir vísa, at munurin millum tilflyting og fráflyting er minkaður nakað seinastu mánaðarnar. Síðani síðsta heyst hevur gongdin í tilflytingini verið minkandi samstundis sum gongdin í fráflytingini hevur verið meira støðug enn frammanundan, tá gongdin í bæði tilflyting og fráflyting var vaksandi.
Trendarnir vísa, at munurin millum fødd og deyð er vaksin seinastu mánaðarnar. Hesin spakuligi vøksturin í burðaravlopinum kemur aftan á stóru minkingina í fjør, sum stóðst av, at færri føddust og fleiri doyðu enn vanligt. Seinastu mánaðarnar hevur gongdin í deyðatalinum verið minkandi, og saman við støðugu gongdini í føðitalinum veksur tað spakuliga um burðaravlopið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald