Innanlands

Fólkatalið kvinkast uppeftir á Tvøroyri

Í dag búgva 8 fólk fleiri í kommununi enn fyri júst einum ári síðan

2019-01-25 09:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tvøroyar kommuna fegnast um at vend spakuliga er við at koma í gongdini í fólkatalinum í kommununi.

Eftir at gongdin í fólkatalinum á Tvøroyri tíverri hevur verið negativ eina tíð, tykist vend spakuliga at vera komin í. Tølini lúgva ikki og tað er eisini tann ábendingin starvsfólkini í fólkayvirlitinum hjá kommununi hava havt, at fleiri flyta til kommununa. 

Sambært tølunum hjá landsfólkayvirlitinum búgva í dag 1721 fólk í Tvøroyrar kommunu og er tað 8 fólk fleiri enn fyri júst einum ári síðan. Hyggja vit nærri at tølunum, so er sera positivt at síggja, at fleiri flyta til enn frá kommununi, skrivar kommunan á heimasíðuni. Minni positivt er gongdin í muninum millum fødd og deyð, ið tíverri er negativur við 3.

Í Porkeri hava tey eisini upplivað ein munandi fólkavøkstur seinasta árið. Minni fólkavøkstur er eisini í Hovi og Sumba, fólkatalið stendur í stað í Fámjin, meðan fólkatalið í Hvalba og serliga í Vági er minkað.

Tølini fyri Suðuroynna síggja annars soleiðis út(fyrra talið er fyri 24. Januar 2018 og tað seinna 24. Januar 2019):

Tvøroyri 1713/1721
Porkeri 312/320
Hov 99/102
Sumba 361/362
Fámjin 79/79
Hvalba 680/674
Vágur 1368/1350

- Vit kunnu ikki annað enn fegnast um at fólkatalið veksur, hóast vøksturin enn ikki er eins stórur og miðalvøksturin í landinum. Í fjørð summar lat nýggja, stásiliga Varðin Pelagic upp aftur og hevur hetta skapt fleiri nýggj, trygg arbeiðspláss í kommununi. Í miðbýnum hevur kommunan sett skjøtil á at gera eitt spælipláss til børnini og fer hetta uttan iva at betra um trivnaðin í býnum. Innan seinasta árið er eisini nýggj kafé er eisini latin upp í Glasstovuni, handilin Esla er latin upp og hevur júst víðkað um virksemið, Mangt og Hvat er komið í miðbýin, Blái Krossur hevur latið upp endurnýtsluhandil í miðbýnum og Bónus er latið upp í nýggjum, nýmótans hami. Á savnsøkinum er Tvøroyrar Skjalasavn júst stovnað og heldur til í gamla Ísvirkinum á havnarlagnum, stendur at lesa á heimasíðuni hjá kommununi.

Í Trongisvági er ferð komin á byggingina av nýggjum barnagarði og fer hann at nøkta allan tørvin, ið er á barnaansing í kommununi, tá hann letur upp – væntandi beint eftir ársskiftið.

Rættað: kl. 11:49

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder