Innanlands

Fólkatalið nærkast 55.000

Skálavíkar kommuna hevur uppliva størsta lutfalsliga vøksturin hetta seinasta 12 mánaða skeiðið vísa hagtølini hjá Hagstovuni

2025-06-11 19:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú vanta bert 93 fólk í at íbúgvaratalið í Føroyum kemur upp á 55.000.

Hagstovan hevur júst kunngjørt, at pr. 1. mai í ár búðu 54.903 fólk í Føroyum, so alt bendir á, at vit fara at runda tey 55.000 í summar.

Fólkatalið vaks við 329 fólkum, ella 0,6 prosentum, seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin var tann sami sum í undanfarnu tólv mánaðunum.

Fólkavøksturin, sum tók dik á seg í 2014, náddi toppin á sumri í 2019, tá fólkatalið vaks við umleið 900 fólkum ella 1,8 prosentum uppá eitt ár.

Síðan er fólkatalið vaksið støðugt, men ikki eins nógv, sum tað gjørdi í 2019, seinastu 12 mánaðirnar sum sagt við 0,6 prosentum, og vøksturin er javnt býttur millum burðaravlop og nettoflyting, skrivar Hagstovan.

Fleiri verða fødd

Hetta seinasta árið var burðaravlopið 164 og tilflytingin 165. Tá burðaravlop og nettoflyting verða sett í mun til fólkatalið, svarar tað til eitt burðaravlop og eina nettotilflyting á 3,0 børn fyri hvørji 1.000 fólk.

Okkurt bendir á, at vit eru farin at fáa fleiri børn aftur, tí burðaravlopið hetta seinasta 12 mánaðaskeiðið hevur verið størri enn undanfarna skeið, tí hóast nøkur fleiri doyðu, so vóru tað uppaftur fleiri børn, sum vóru fødd, skrivar Hagstovan.

Nettoflytingin minkaði nakað í mun til undanfarna tíðarskeið, tí meðan færri fluttu úr Føroyum, vóru uppaftur færri, sum fluttu til Føroya. Í undanfarna tíðarskeiði var burðaravlopið á 2,6 og nettoflytingin á 3,7 fyri hvørji 1.000 fólk.

[object Object]
Skálavík (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Skálavík nógv størstan vøkstur

Lutfalsliga nógv størsta fólkavøksturin hetta seinasta 12 mánaðaskeiðið hevur Skálavíkar kommuna upplivað. Fólkatalið í Skálavík er vaksið við 40 úr 137 upp í 177, og tað svarar til ein vøkstur á 29,2 prosent.

Sandoyartunnilin hevur nokk gjørt sítt til stóra vøksturin í Skálavík. Eisini Húsavíkar kommuna hevur upplivað ein vøkstur á 6,7 prosent, svarandi til 7 nýggjar íbúgvar. Men tær størru kommunurnar í oynni hava ikki uppliva vøkstur eftir at tunnilin er komin í gjøgnum.

Fólkatalið í Sands kommunu stendur í stað og í Skopun er tað minkað við 2,1 prosentum hetta undanfarna árið. Samlaða íbúgvaratalið í Sandoy og Skúvoy er hetta tíðarskeiðið hækkað við 37 fólkum upp í 1.330, svarandi til ein vøkstur á 2,9 prosent.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder