Innanlands

Fólkatalið tók nýtt met í desember - 54.227

Vøksturin í fólkatalinum er minkandi - í ár skuldu vit heilt til desember, áðrenn vanliga fráflytingin í august varð heintað innaftur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-01-10 11:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

1. desember í fjør búðu 54.227 fólk í Føroyum. Tað eru 620 fleiri enn árið frammanundan.

Fólkavøksturin í Føroyum heldur harvið fram á níggjunda ári. Seinasta árið hevur hann tó verið lakari enn undanfarnu árini, og er minkaður úr 1,4 til 1,2 prosent uppá eitt ár. Árligi fólkavøksturin var størstur í 2018, tá hann var yvir 1,6 prosent.

Mánaðin frá 1. november til 1. desember vaks fólkatalið við 67 fólkum, so at vit aftur kundu staðfesta 1. desember, at fólkatalið ongantíð hevur verið so høgt fyrr.


Tað er altíð soleiðis við fólkahagtølunum í Føroyum, at tey toppa í august, fyri síðan at minka í september, tá nógv, serliga ungfólk, flyta av landinum í lestrarárinum.

Vanliga skulu vit ikki heilt fram til 1. desember fyri at koma upp um toppin í august, men tað hendi í ár – eit tekin um at vøksturin er minkaður nakað.

Tað eru fýra tættir, sum ávirka gongdina í fólkatalinum. Tað er tilflytingin og fráflytingin, umframt talið av føddum og deyðum.

Seinasta árið, frá 1. desember 2021 til 1. desember 2022, vaks fólkatalið við 620. Íkastið frá nettoflytingini, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, var 502, meðan íkastið frá burðaravlopinum, sum er munurin millum fødd og deyð, var 118.

Burðaravlopið er minkað nógv samanborið við undanfarna tíðarskeið. Færri børn eru fødd, og fleiri eru deyð enn í undanfarna tíðarskeiði. Ein partur av minkaða burðaravlopinum verður uppvigað av nettoflytingini, sum er eitt sindur størri í hesum enn í undanfarna tíðarskeiði.  Vøkstur hevur verið í bæði tilflyting og fráflyting, men av tí at tilflytingin er vaksin meira enn fráflytingin, stendur nettotilflytingin við, skrivar Hagstovan á netinum. 


Mong flyta frá  fleiri flyta til

Trendurin fyri fólkatil- og -fráflyting vísir, at gongd kom aftur á flytingarnar síðst í 2020. Eftir tað vaks fráflytingin lutfalsliga skjótt, og seinasta árið hevur hon ligið millum 115 og 120 í miðal mánaðarliga. So stór hevur fráflytingin ikki verið síðani 2014.

Tilflytingin hevur verið javnt vaksandi síðani 2020, og síðsta hálva árið hevur hon ligið millum 160 og165 í miðal mánaðarliga. So stór hevur tilflytingin ikki verið síðan aldarskiftið. 


Færri verða fødd  færri fella frá

Deyðatalið var óvanliga høgt í fyrru helvt av 2022, men síðani august eru deyðatølini minkaði aftur. Hendan minkingin sæst aftur í trendinum, sum lýsir gongdina í deyðatalinum.

Trendurin vísir eisini, at gongdin í føðitalinum hevur verið sera støðug í gott og væl eitt ár.

Fólkatalið í kommunum og bygdum

Fólkavøkstur var í 18 av teimum 29 kommununum. 

Størsti vøkstur í tali var í Tórshavnar kommunu. Lutfalsligi størsti vøkstur var í Fugloyar kommunu.

Fólkatalið minkaði í 10 kommunum. Størsta minking í tali var í Sumbiar kommunu. Lutfalsliga minkaði fólkatalið mest í Skúgvoyar kommunu. 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder