Fólkatalið var 51.371 tann 1. januar. Tað vaks við 883 fólkum ella 1,7% í 12-mánaðarskeiðinum 1. januar 2018 – 1. januar 2019, skrivar Hagstova Føroya um nýggjastu tølini. Tað kemur av einum burðaravlopi á 293 og nettotilflyting á 590. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 84 størri, og nettotilflytingin er 122 størri. Og fólkavøksturin tí 206 størri.
Ferðin í fólkavøkstrinum heldur fram
Stóri fólkavøksturin, sum hevur verið síðst 4-5 árini, heldur fram sum sæst av myndini niðanfyri. Ferðin var um 1,5% í ársvøkstri fram til síðsta heyst, tá hon linkaði nakað til 1,3 - 1,4%. Hetta kundi bent á, at vit sóu fyrstu tekin til, at ferðin var farin um tað hægsta og fór at linka enn meir teir komandi mánaðirnar. Men so var ikki. Tí móti sumri og nú út á veturin er vøksturin komin uppaftur og meir enn tað, so hann nú er 1,7%.
Sum nevnt eru tølini smá, ið gera hesar broytingarnar í burðaravlopi og nettotilflyting – og harvið í fólkavøkstri - og kann tað tí eisini broytast aftur við næstu uppgerðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald