Fólkatalið í Føroyum vaks við 1,7 prosentum í 12-mánaðaskeiðinum frá 1. februar 2018 til 1. februar 2019.
Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni. 1. februar búðu 51.440 fólk í Føroyum – 844 fleiri enn eitt ár frammanundan.
Vøksturin kemur av einum burðaravlopi á 291 og nettotilflyting á 553. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 93 størri, og nettotilflytingin er 21 størri. Og fólkavøksturin tí 114 størri.
Størsti fólkavøksturin er í Tórshavnarøkinum við 445 fólkum og í Eysturoy við 237 fólkum. Í Sandoy, Suðuroy og fleiri útoyggjum minkar fólkatalið, skrivar Hagstovan.
Landafrøðiliga var stórur fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar. Bæði í tali og lutfalsliga var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 2,3 prosentum, Eysturoyar sýslu við 2,1 og Vága sýslu við 2,0 prosentum.
Í Tórshavnarøkinum búgva 19.793 fólk, ið er stívliga 38 prosent av fólkatalinum í Føroyum. Men vøksturin hetta 12-mánaðarskeiðið á 445 fólk svarar til 53 prosent av øllum fólkavøkstrinum.
Í Eysturoy búgva 11.555 fólk, ið er stívliga 22 prosent av fólkatalinum. Men vøksturin her, ið var 237 fólk, svarar til 28 prosent av fólkavøkstrinum fyri alt landið.
Hinvegin búgva 6.150 fólk í Norðoyggjum, ið er 12 prosent av fólkatalinum, og vøksturin her á 65 fólk svarar til 8 prosent av øllum fólkavøkstrinum.
Í Streymoyar sýslu uttan høvuðsstaðin búgva 4.785 fólk, svarandi til 9 prosent av fólkatalinum, og vøksturin her var 62 fólk, svarandi til 7 prosent av vøkstrinum fyri alt landið.
Bæði í Sandoyar og Suðuroyar sýslum er ein minking í fólkatalinum við ávikast 0,6 og 0,4 prosent.
Hesi síðstu fimm árini hevur verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey av økjunum, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100: meðan fólkatalið er vaksið 5-9 prosent í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða ella minking í Sandoyar sýslu og Suðuroyar sýslum.
Sí mynd
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald