Danska fíggjarmálaráðið boðar frá, at allir flokkar í fólkatinginum eru samdir um at víðka og leingja hjálparpakkarnar til danska búskapin.
Núverandi hjálparpakkarnir stóðu til at ganga út 9 juni, men nú er semja um, at leingja og víðka hesar.
Ein røð av tiltøkum í hjálparpakkanum verða nú longd ein mánað, til 8. juli. Harafturat er avtala gjørd um nýggj tiltøk, ið skulu forða fyri uppsagnum og at fyritøkur fara av knóranum. Hetta boðar danska fíggjarmálaráðið frá leygardagin.
Fíggjarmálaráðharrin Nicolai Wammen er nøgdur við avtaluna.
-Eg eri væl nøgdur við, at stjórnin saman við einum samdum fólkatingið nú leingir og styrkir teir hjálparpakkar, ið halda hondina undir teimum donsku arbeiðsplássinum, donskum løntakarum og donskum fyritøkum.
Talan er um eina røð av tiltøkum fyri umleið 100 milliardir krónur, ið skulu styrkja danska búskapin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald