Innanlands

Fólkatingið ynskti føroyingum góða ólavsøku - í dag

Tað er afturvendandi á hvørjum ári, at danskur myndugleiki flaggar fyri ólavsøkuni á skeivum degi, og hesaferð varð tað Fólkatingið

(Mynd: Jákup Sørensen)

(Mynd: Jákup Sørensen)

2021-06-29 11:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað torført at halda skil á nær tjóðardagur føroyinga er. Hetta hava danskir myndugleikar ásannað fleiri ferðir seinastu árini, men enn koma feilir fyri.

Í dag, 29. juni, ein mánað áðrenn ólavsøku, er tað Fólkatingið sum á Facebook ynskir føroyum tillukku við tjóðardegnum í dag.

Føroyski fólkatingslimurin, Sjúrður Skaale, hevur lagt mynd av pínligu støðudagføringini hjá Fólkatinginum á Facebook. Myndin varð tikin áðrenn uppslagið varð strikað.

- Spennandi hvør tekur stafettina komandi ár, sigur Sjúrður Skaale skemtiliga.

VP skrivar í morgun eisini um, at á bygninginum har Det Kongelige Danske Videnskabernes Selskab og Carlsbergfondet halda til, varð í morgun flaggað við Merkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder