Innanlands

Fólkatingslimur fer at taka málið um Bakkafrost upp við danska løgmálaráðharran

Tað er eingin ivi um, at talan er sum eitt sera óheppið mál, sum hevur skapað ivamál, bæði um mannagongdir og um rættartrygdina í Føroyum. Hetta stendur í skrivi frá Annu Falkenberg

Vit skulu ikki hava eitt rættarsamfelag, har vit seta spurnartekin við, um mannagongdirnar, sum skulu tryggja rættvísi verða fylgdar, skrivar fólkatingslimurin (Mynd: Jens Kr. Vang)

Vit skulu ikki hava eitt rættarsamfelag, har vit seta spurnartekin við, um mannagongdirnar, sum skulu tryggja rættvísi verða fylgdar, skrivar fólkatingslimurin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-04-24 11:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er eingin ivi um, at talan er sum eitt sera óheppið mál, sum hevur skapað ivamál, bæði um mannagongdir og um rættartrygdina í Føroyum

Hetta er staðfestingin hjá Annu Falkenberg, fólkatingskvinnu fyri Sambandsflokkin, sum hevur sent fráboðan út fyrrapartin.

Har lovar hon, at málið um Bakkafrost-bótina og handfaringina verður nakað, sum hon fer at taka upp á høgum poltikum stigi í Danmark.

Hetta við danska løgmálaráðharran - so skjótt sum ein nýggj stjórn er skipað.

Hetta vil Anna Falkenberg gera, tí hon sær nógvar spurningar, sum framvegis ósvaraðir. Og tí tað er "alneyðugt at vit fáa greiðu á málinum".

Fólkið skal kunna hava álit á, at mál verða viðgjørd sakliga og eftir røttum mannagongdum. Vit skulu ikki hava eitt rættarsamfelag, har vit seta spurnartekin við, um mannagongdirnar, sum skulu tryggja rættvísi verða fylgdar, skrivar fólkatingslimurin.

[object Object]
Micheal Boolsen, fúti, er komin í andglettin fyri handfaringina (Mynd: Jens Kr. Vang)

Í síðstu viku kom fram, at Bakkafrost ikki kann fáa eina risastóra bót, sum tað annars varð lagt upp til fyri nøkrum árum síðani: Sektin verður ein millión heldur enn 67 milliónur fyri møguligt brot á djóravælferðarlógina, um alifyritøkan verður mett at vera sek.

Men síðani hevur sjálv handfaringin eisini reist spurningar. Millum annað helt fútin, at málið hevði so stóran samfelagsligan áhugað, at hann kunnaði aðalstjórin á løgmansskrivstovuni um tað.

Fólkatingsval var fyri einum mánaði síðani, men tað gongst striltið við samgongusamráðingum í Danmark. Harvið kann rúm tíð ganga, áðrenn ein nýggjur løgmálaráðharri kemur í sessin.

Sí eisini: - Hevði ikki funnið meg í at blivið kunnaður av fútanum um nakað sum helst

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder