Meira enn tríggir fjórðingar av føroysku veljarunum halda, at Føroyar skulu hava umboð í danska fólkatinginum. Tað vísir ein veljarakanning, sum Spyr.fo júst hevur gjørt fyri Portalin.
Kanningin, sum varð gjørd sunnukvøldið, vísir, at 76,3 prosent av teimum spurdu halda, at Føroyar skulu hava umboð í danska tinginum. 10,9 prosent eru í iva, meðan 12,9 prosent siga nei.
Tá hugt verður eftir hvønn flokk hesi velja sæst, at í øllum flokkum er ein meiriluti, sum svarar ’ja’ til spurningin: ’Eiga føroyingar at hava umboð í fólkatinginum?’.
Minst er undirtøkan í Tjóðveldi, men har er kortini 53,9 prosent, sum svara ja móti 35,1 prosentum, sum svara nei.
Hjá sambandsveljarunum, hinvegin, er eingin ivi. Heili 98,3 prosent siga ja.
Næststørst er undirtøkan millum javnaðarveljarar, 86,8 prosent. Hjá hinum flokkunum er undirtøkan henda:
Fólkaflokkurin 81,7%
Miðflokkurin 80,1%
Kannabis framtakið 72,3%
Sjálvstýri 67,3%
Framsókn 55,8%
Tjóðveldi 53,9%
Veljararnir vórðu eisini bidnir um at siga hvønn týdning tey meta fólkatingssessirnar hava. Møguleiki var at svara 0 til 5, har 0 er sera lítil týdningur og 5 er sera stórur týdningur.
Miðaltalið fyri allar veljararnar vísti seg at vera 2,8. Tað vil siga, at føroyski veljarin heldur fólkatingssessin hava ein týdning, sum liggur beint oman fyri miðal.
Sambandsveljarar leggja størst týdning í fólkatingssessirnar, 3,6, meðan Tjóðveldisveljarar leggja minst týdning í sessirnar, 2,2.
Men rættiliga óvæntað er helst, at veljarar, sum velja Miðflokkin leggja líka lítlan týdning í fólkatingssessin, sum tjóðveldisveljarar gera, hetta hóast yvir 80 prosent av miðflokkaveljarunum eru fyri, at Føroyar hava umboðan á fólkatingi.
Spyr.fo spurdi eisini veljararnar hvønn flokk tey fóru at velja til komandi fólkatingsval. Úrslitið av teirri kanningini kemur á Portalin seinni í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald