Innanlands

Fólkatingssessirnir kunnu verða avtiknir

Tað tykist vera møguleiki fyri at meiriluti í Løgtinginum er fyri at avtaka fólkatingssessirnar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-03-14 13:02 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Beint nú liggur uppskot í Løgtinginum um at avtaka føroysku fólkatingssessirnar. Týsdagin var kjak ímillum Páll á Reynatúgvu, sum hevur lagt uppskotið fram og Bárð Nielsen, formann í Sambandsflokkinum. Kjakið var hvassorðað og merkt av at tað vóru sambands- og loysingarvongurin í Løgtinginum, sum kjakaðust um málið. 

Portalurin hevur spurt seg fyri hjá tingbólkaforfólkunum í tinginum, og tað tykist vera møguleiki fyri, at uppskotið verður samtykt, hóast teir flestu flokkarnir ikki hava tikið felagsstøðu enn. 

Annita á Fríðriksmørk, tingbólkaforkvinna í Tjóðveldi sigur, at hon heilt víst fer at atkvøða fyri at avtaka sessirnar. Hon vil ikki svara fyri onnur tingfólk, men at Tjóðveldi er ímóti fólkatingssessinum. Tí sigur hon, at tað ikki er óhugsandi, at flokkurin savnaður atkvøður fyri.  

Jógvan Skorheim váttar, at bæði hann og Kári P. Højgaard atkvøða fyri uppskotinum. Sjálvstýrisflokkurin hevur í tveimum førum lagt uppskot um at avtaka sessirnar fyri Løgtingið. 

Í Framsókn er ongin felagsstøða tikin enn. Men Ruth Vang sigur, at tað als ikki er óhugsandi, at hon atkvøður fyri at avtaka sessirnar. Tað sama sigur Bjarni Kárason Petersen. 

Í Miðflokkinum er ongin støða tikin enn. Jenis av Rana sigur, at hann og Bill Justinussen hava tosað um tað, men at ongin greið støða er tikin enn. Men eisini har er møguleiki fyri, at atkvøtt verður fyri uppskotinum, hóast Jenis av Rana sigur at tey síggja fólkatingssessin sum møguleika at fáa miðla politikkin hjá Miðflokkinum úti í heimi. 

Í Fólkaflokkinum er ongin støða tikin enn. Jørgen Niclasen sigur, at flokkurin hevur als ikki viðgjørt málið enn. Hann sigur tó, at tað er greitt at Fólkaflokkurin í longdini vil avtaka fólkatingssessirnar. 

Greiðastu støðuna hava Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, sum báðir fara at atkvøða ímóti at avtaka sessirnar. 

Men um so er, at tingbólkarnir hjá Tjóðveldi, Framsókn og Sjálvstýri atkvøða fyri at avtaka sessirnar, er greitt at 11 tingfólk taka undir við uppskotinum. Um Miðflokkurin eisini atkvøður fyri, verður tað til 13 tingfólk. Tí kunnu atkvøður frá Fólkaflokkinum og Sonju Jógvansdóttir enda við, at Fólkatingssessirnir verða avtiknir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder