Uttanlands

Fólkavøksturin í Kina minkaður

Manntal hevur verið í heimsins fólkaríkasta landið, har tað nú búgva 1,41 milliardir borgarar

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-05-11 08:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast Kina í 2016 gavst við eitt-barns-politikkinum, er fólkavøksturin í tíðarskeiðinum 2010 til 2020 tann lægsti síðan fimmtiárini.

Í tíggjuáraskeiðinum vaks fólkatalið í heimsins fólkaríkasta landi við 72 milliónum fólkum til 1,41 milliardir. Tað er beint undir 5,4 prosent í vøkstri. Tað vísir nýggj fólkateljing, sum kinesisku myndugleikarnir hava almannakunngjørt í dag.

Í Kina verður fólkatalið uppgjørt tíggjunda hvørt ár. Seinasta uppteljingin varð gjørd í desember 2020, tá sjey milliónir sjálvboðin fólk gingu hurð av hurð ella settu seg í samband við familjur við telefon.

Undanfarna fólkateljing í 2010 vísti ein vøkstur á 5,8 prosent til 1,34 milliardir íbúgvar.

Fyri fimm árum síðani vórðu reglurnar fyri familjuplanlegging broyttar, so at tað nú verður mælt familjum til at fáa tvey børn.

Men broytingin hevur ikki ført til vøkstur í barnatalinum. Málið hjá leiðsluni var at koma upp á 1,42 milliardir fólk í 2020.

Lága burðartalið er eitt úrslit av, at færri giftast, skrivar Reuters. Harumframt hava familjur í stórbýunum ofta trupult við at megna útreiðslurnar til børn, og fleiri kvinnur velja tí at lata vera við at fáa børn.

Sambært almenna blaðnum People’s Daily vísir fólkateljingin, at næstan 64 prosent av fólkinum býr í býum. 18,7 prosent eru yvir 60 ár, meðan munurin á kynum er, at tað eru 105 menn fyri hvørjar 100 kvinnur.

Skipanin um hægst eitt barn varð sett í gildi í 1980 fyri at tálma fólkavøkstrinum. Fólkatalið í Kina vaks úr 540 milliónum í 1949 til 940 milliónir í 1976, skrivar Reuters.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder