Innanlands

Fólkið ósamt í spurninginum um at loyva festivalum

Spyr.fo: Tey ungu eru fyri, men samlað eru fleiri ímóti – hinvegin er stórur meiriluti fyri at kunna halda ólavsøku

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-07-01 12:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er ikki semja í fólkinum í spurninginum um vit skulu halda festivalar her í juli mánaði ella ikki.

Tað vísir ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portal.fo

Nú G! Festivalurin hevur tikið avgerð um at ganga ímóti almennu tilmælunum og kortini halda festivalin í Syðrugøtu triðja vikuskiftið í juli, spurdu vit týsdagin 500 fólk, um teirra støðu til hesa útsøgnina: “Vit skulu framhaldandi frámæla festivalum”.

Úrslitið er, at tað er ikki semja í fólkinum. 42,8 prosent av teimum spurdu siga seg vera samd meðan nakað færri, 41,4 prosent, søgdu seg vera ósamd. Altso ikki ein greiður meiriluti.

Men tað er ein greiður meiriluti – 59,0 prosent – av teimum 18 til 29 ára gomlu, sum eru ósamd við útsøgnini, og halda at festivalar skulu haldast. Eisini millum tey 30 til 44 ára gomlu eru tað fleiri, sum siga ja enn nei til at festivalar kunnu haldast.

Men í teimum eldru aldursbólkunum eru tað flest, sum ikki halda, at festivalar skulu haldast.

Størri semja um ólavsøkuna
Í spurninginum um ólavsøkuna, er størri semja.

Her skuldu tey spurdu taka støðu til hesa útsøgnina: “Skulu vit framhaldandi loyva ólavsøku og bygdastevnum”.

Samlaða úrslitið var at 56,6 prosent eru samd og 26,6 ósamd. Eisini her er tendensurin tann, at tey yngstu eru mest tilvitað um, at slíkar samlingar av fólkum skulu loyvast, meðan tey elstu eru meira ivasom.

Heili 37 prosent av teimum oman fyri 60 ár halda ikki, at slíkar stevnur skulu haldast.

Eitt áhugavert úrslit av spurnarkanningini, ið varð gjørd týskvøldið er, at 37 prosent av teimum, sum siga nei til tónleikafestivalar, siga ja til at halda ólavsøku.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder