Innanlands

Fólkið tók undir við at samráðast við russar

Meira enn helmingurin av føroyingum hildu tað vera rætt at fara í samráðingar við Russland vísir veljarakanning

(Savnsmynd: Tórik Á. Rouah)

(Savnsmynd: Tórik Á. Rouah)

2022-11-25 22:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá umboð fyri føroyska Fiskimálaráðið í dag yvir netið samdust um um sínaámillum fiskiveiðiavtalu við Russland fyri komandi ár, var hetta ikki einans við vælsignilsi frá teimum stóru flokkunum á tingi.

Ein stórur partur av Føroya fólki helt tað eisini vera í lagi at ganga ímóti almenna evropeiska politikkinum, og fara til samráðingar við krígsførandi land.

Tá Spyr.fo hóskvøldið gjørdi veljarakanning har 800 fólk vórðu spurd, var eisini ein spurningur um samráðingarnav við Russland.

Spurningurin var soljóðandi: “Var tað røtt avgerð av løgmanni og floksforfólkunum í gjár, at fara at samráðast við Russland um fiskiveiðiavtalu?”

53 prosent svaraðu ‘ja’, 22 prosent svaraðu ‘nei’ og 25 prosent svaraðu ‘veit ikki’.

Tá hugt verður eftir, hvønn flokk tey spurdu umboðaðu, so er størst undirtøka millum fólkafloksveljarar. Her søgdu 85 prosent ja og bert 6 prosent nei. Millum sambandsveljarar søgdu 57 prosent ja og 13 prosent nei.

Javnaðarveljarar eru teir mest ivasamu. 36 prosent svaraðu ‘veit ikki’, 33 søgdu nei og 31 prosent søgdu ja.

Tað var bara millum tjóðveldisveljarar, at tað var meiriluti ímóti avgerðini, og sostatt er veljaraskarðin hjá Tjóðveldi ikki samdur við floksleiðsluni um at mæla landsstýrinum at samráðast við russar.

51 prosent av tjóðveldisveljarunum svaraðu ‘nei’, 33 prosent søgdu ‘ja’, meðan 15 prosent søgdu seg ikki vita.

Hjá Miðflokkinum, sum annars var ímóti at samráðast, søgdu 42 prossent av veljarunum ja og 31 prosent nei. Hjá Framsókn søgdu 48 prosent ja og 27 nei.

Hyggja vit eftir landafrøðiliga býtinum, so sæst týðuliga, at tað er í Norðoyggjum, at viljin var størst til at leingja Russlandsavtaluna, tí her svaraðu 68 prosent av veljarunum ja og bara 13 nei. Í høvuðsstaðnum, hinvegin var eisini meiriluti fyri, men ikki líka stórur, 45 prosent søgdu ja og 29 søgdu nei.

Kanningin sigur eisini, at tað vóru nógv fleiri menn, ið søgdu ja enn kvinnur – 63 móti 41 prosentum (kvinnurnar eru eisini meira ivandi, 33 prosent svaraðu ‘veit ikki). Tá hugt verður eftir aldursbýtinum, er ikki so stórur munur, annað enn, at tey yngru eru meira ivandi í sínum svari, og í størri mun svaraðu ‘veit ikki’. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder