Innanlands

Fólkið vil hava løgtingið saman

Serliga føroysku menninir ganga inn fyri at tingið verður kallað saman fyri at skriva út nýval

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-05-28 20:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroya fólk heldur ikki, at tað er í lagið, at løgtingið er farið í summarfrí, og at fólkið bert skal sita og bíða eftir, at løgmaður fer at skriva út val á ólavsøku.

Hetta vísir veljarakanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin.

Spyr.fo spurdi 500 veljarar sunnudagin, og ein av spurningunum snúði seg um, hvat tey halda, at løgtingið skal gera.

Tey spurdu fingu tríggjar valmøguleikar at velja ímillum.

33 prosent av teimum spurdu halda, at “løgtingið skal kallast saman at avgreiða týdningarmikil mál”.

28 prosent halda, at "løgtingið skal kallast saman fyri at fáa nýval útskrivað”.

27 prosent taka undir við núverandi ætlan løgmans og halda, at "Løgtingið skal ikki kallast saman (val verður útskrivað á ólavsøku sum fráboðað)”.

Tey seinastu 12 prosentini hava ikki tikið støðu til henda spurningin.

Spyr.fo hevur eisini hugt eftir hvussu svarini býta seg millum kynini, og her vísir tað seg, at tað eru menninir, sum vilja hava nýval. Heili 37 prosent av monnunum og bert 18 prosent av kvinnunum halda, at løgtingið skal kallast saman fyri at skriva út nýval.

Hinvegin ganga kvinnurnar meira inn fyri ætlanini hjá løgmanni. 30 prosent av kvinnunum og 24 prosent av monnunum halda, at valið skal haldast sum ætlað, tá skeiðið er runnið, og sum merkir av løgmaður skrivar út løgtingsval eftir at hann hevur hildið sína røðu á ólavsøku.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder