Innanlands

Fongslingin longd í 27 dagar

36 ára gamli miðvingurin varð framstillaður fyri dómara í Keypmannahavn í gjár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-01-08 13:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fongslingin av 36 ára gamla miðvinginum, sum 9. desember skjeyt eftir løgregluni við høglbyrsu og sjálvur varð skotin av løgregluni, er longd í 27 dagar.

Maðurin var fyri dómara í býarrættinum í Keypmannahavn í gjár, har fongslingin var longd.

Maðurin hevur verið innlagdur á Ríkissjúkrahúsinum síðan hendingina.

Tá málið – uttan at hann sjálvur var til staðar – var fyri í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti dagin eftir, hendi tað fyri afturlatnum hurðum, og almenningurin fekk ikki so nógv at vita um, hvat fór fram. Men so var ikki í gjár.

Raktur av trimum skotum
Danska blaðið Ekstrabladet skrivar frá grundlógarhoyringini í gjár, at maðurin varð raktur av teimum skotum frá føroysku løgregluni. Tvey raktu í bróstkassan og eitt í vinstra lær.

Eitt vitni hevur greitt frá, at maðurin vísti seg í einum vindeyga í húsunum, ílatin gassmasku og við tveimum skotvápnum. Seks albrynjað løgreglufólk gjørdu seg til reiðar at treingja inn í húsini, tá maðurin lat trý skot eftir teimum við høglbyrsu.

Triðja skotið rakti ein av løgreglumonnunum í høvdið. Løgreglumaðurin var í hjálmi við andlitsverju, og fekk tí einki mein av av høglunum, sum raktu.

Verjin hjá føroyinginum segði í rættinum, at hann noktar seg sekan í skuldsetingunum. Hann vildi ikki svara spurningum, tí hann sigur seg einki minnast frá hendingini.

Hann varð fongslaður í 27 dagar í surrogar, sum merkir, at hann ikki skal sita í fongsli, men í serligum afturlatnum stovni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder