Innanlands

Fongsul í hálvtannað ár fyri neyðtøku

Ger ungi maðurin einki ólógligt næstu tvey árini, sleppur hann tó undan at sita dómin

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2019-05-11 16:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein maður fyrst í tjúgunum er dømdur hálvt annað ára fongsulsrevsing fyri neyðtøku og annan kynsligan ágang móti eini kvinnu.

Tað var seinasta summar, at ungi maðurin neyðtók eina kvinnu, sum hann kendi framanundan. Neyðtøkan varð meldað, og ungi maðurin hevur síðani verið í Føroya Rætti, har hann varð dømdur hálvt annað árs fongsulsrevsing.

Linda Hesselberg, varafúti, sum var ákæri í málinum, sigur tó, sambært in.fo, at maðurin sleppur undan at sita dómin, tí dómarin valdi at gera dómin treytaðan.

Orsøkin er, at maðurin var ungur, og at hann annars hevur góð persónlig viðurskifti. Eisini varð dentur lagdur á, at støða hansara móti kvinnuni aftaná neyðtøkuna, bendir á, at hann tykist at hava tikið við læru av hendingini.

Men ger maðurin nakað ólógligt aftur næstu tvey árini, skal hann inn at sita hendan dómin.

Eisini skal maðurin gera samfelagstænastu í 240 tímar, umframt at hann skal rinda kvinnuni 40.000 krónur í endurgjaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder