2019-03-04 19:22
Mikudagin 20. februar fekk ein 21 ára gamal maður í Føroya rætti treytaleysa fongsulsrevsing í 2 ár og 3 mánaðir fyri at hava smuglað 214 gramm av amfetamini og 1.285 gramm av hassji til Føroya í desember 2018.
Tað skrivar Taks á heimasíðuni í dag.
Maðurin kom við Norrønu úr Danmark, og í viðførinum fann TAKS nevndu rúsevni, eftir at rúsevnahundurin hevði markerað upp á viðførið. Maðurin tók við dóminum, skrivar taks.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald