Fyrrverandi KÍ-leikarin, Patrick Da Silva varð í Føroya rætti í gjár dømdur 30 dagar treytaleysa fongsulsrevsing.
Hann er dømdur í fyrsta málinum um "grooming" - lokking í Føroyum.
Hann er funnin sekur í at royna at lokka í minsta lagi 12 gentur í aldrinum 9 til 14 ár á sosiala miðlinum Snapchat.
Hann varð eisini ákærdur fyri m.a. neyðtøku av 15 ára gamlari gentu og fyri at hava roynt at hava samlegu við gentu, sum er yngri enn 15 ár.
Ákærin, Katrin Thorsvig Hansen sigur, at støða enn ikki er tikin til, um tey fara at kæra dómin til Landsrættin.
Jógvan Páll Lassen, verji upplýsir fyri miðlinum Bold.dk, at Patrick Da Silva, sum hevur noktað seg sekan í øllum ákærum, fer at umhugsa, um dómurin møguliga skal kærast.
Av tí at Patrick Da Silva sat varðhaldsfongslaður í oktober í fjør, hevur hann longu sitið dómin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald