
Í summar fór hann frá sum forstjóri í Amazon og gjørdist ístaðin nevndarformaður. Hetta hevur tó ikki koyrt hann longur niður á listan yvir tey ríkastu í USA - heldur hevur hann yvirhálað Elon Musk, ið var skrásettur sum tann ríkasti í fjør.
57-ára gamli Jeff Bezos, sum í 1994 setti felagið á stovn í garasju sínari í Belluve, Washington, hevur sambært Forbes eitt virði á 201 milliardir dollarar. Tað eru tíggju og ein hálv milliard fleiri enn tað hjá Elon Musk, sum er kendur fyri millum annað Tesla og fyri at fáa fólk í rúmdina - millum annað júst Bezos, ið var ein túr fyrr í ár.
Forbes hevur gjørt sín árliga topp 400-lista yvir tey ríkastu í landinum. Menninir, ið hava stovnað Facebook og Google, eru eisini í topp-seks, og ímillum teir er Bill Gates, sum í nógv ár var hægst á listanum. Ein annar Microsoft-maður, Steve Ballmer, er eisini í topp-tíggju, har 91-ára gamli Warren Buffet eisini er at finna.
Fyrrverandi konan hjá Jeff Bezos, MacKenzie Scott er nummar 15 við einum virði á 58,5 milliardir dollarar. Hon var við til at stovna og forma fyritøkuna og eigur part í Amazon. Alice Walton er tann kvinnan, ið er hægst á listanum. Hon er nummar 12, og er harvið mitt millum beiggjarnar Jim og Rob, ið eisini eiga í og eru arvingar til Walmart-ognina.
Ein sum hevur verið á listanum í 25 ár upp í slag, men sum ikki er har í ár, er fyrrverandi forsetin Donald Trump.
Forbes slær fast, at so at siga øll á listanum eru ríkari, enn tey vóru í fjør. Samanlagt er ognin hjá teimum 400 ríkastu fólkunum í USA vaksin við 40 prosentum
Allir listin sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald