2026-03-28 11:07
Dagføring kl. 11:18: Beinir Johannesen avdúkaði eftir fundin, at hann peikaði uppá seg sjálvan.
--
Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, og Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, sita nú á fundi og hol er sett á forfólkaumfarið, har floksforfólkini peika á, hvønn tey ynskja sum samráðingarleiðara.
Eitt korter er sett av til hvørt forfólk.
Alt bendir á, at tað verður Beinir Johannesen, sum peikað verður á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald