Innanlands

Forkvinnan afturvald

Fysioterapeutfelag Føroya hevði aðalfund leygardagin

2023-02-20 08:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 18. februar hevði Fysioterapeutfelag Føroya aðalfund fyri limum felagsins. 

Forkvinnan í felagnum, Augusta Mikkelsen, stóð fyri vali og bleiv afturvald. Harafturat bleiv Hjørleif Niclasen afturvaldur at umboða privatstarvandi fysioterapeutar. Tey eru bæði vald fyri eitt fýra ára skeið.

Tveir tiltakslimir vóru valdir í eitt 2 ára skeið, hesi eru Niklas Reginsson og Rannvá Gray Jørgensen.

Í nevndini í Fysioterapeutfelag Føroya sita sjey nevndarlimir. Hesir eru Augusta Mikkelsen forkvinna, Ingunn Hansen skrivari, Hjørleif Niclasen umboð fyri starvandi, Jóngerð Biskopstø umboð fyri álitisfólk, Ingibjørg Matras, Sólfríð Skoradal og Bjartur Thomsen.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder