2026-04-23 12:19
Eyðvør Berg og Claus V. Christensen halda fram sum ávikavist forkvinna, og næstformaður í Handilsvinnufelagnum.
Tað er greitt eftir aðalfundin hjá felagnum 15. apríl, skrivar Vinnuhúsið.
Á aðalfundinum vórðu Eyðvør Berg og Gunnar Mohr afturvald í nevndina. Sóleyð Hansen stillaði ikki uppaftur, og í hennara stað varð Jakob Dam valdur.
Beint eftir aðalfundin skipaði nevndin seg, og er hon nú mannað soleiðis: Umframt Eyðvør Berg og Claus V. Christensen sita Gunnar Mohr, Hilmar Sam Lamhauge og Jakob Dam í nevndini. Tiltakslimir eru Karla Egholm og Karsten Hansen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald