Hóast Heðin Mortensen lovaði at geva uppskotinum um tjóðleikhús góða viðgerð í býráðnum, so er tað als ikki vist, at nøkur semja verður um hetta í býráðnum.
Tí tað er ikki semja í flokkinum hjá borgarstjóranum, Javnaðarflokkinum, um staðsetingina.
- Eg fari staðiliga at mæla frá at góðtaka, at tjóðleikarhúsið verður staðsett á Bursatanga.
Tað segði nývaldi býráðslimurin Kári Johansen eftir tíðindafundin í dag. Hann fjaldi als ikki, at hann er stak ónøgdur við staðsetingina, sum dómsnevndin er komin fram til. Kári Johansen er sjálvur limur í byggi- og býarskiparnarnevndini, sum nú skal í gongd við at tilrættisleggja eina broyting av byggisamtyktini.
Kári Johansen er harafturat formaður í havnarnevndini, og eisini limur í vinnunevndini og teknisku nevnd.
- Tað ber ikki til, at vit skulu brúka milliardir til at skaffa vinnuvirkseminum meira pláss, fyri so at taka tað inn aftur í hinum endanum, sigur Kári Johansen.
Stórur møguleikar
Formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini, Tróndur Sigurðsson, eisini úr Javnaðarflokkinum, er meira – nógv meira – jaligur til staðsetingina.
- Eg var við tá kommunan tók avgerð um at staðseta tjóðleikarhúsið á Skálatrøð, men havi angrað tað síðan, og havi eisini roynt at broyta hana og staðseta húsið við Eystaru vág í staðin.
- Eg haldi tað eisini vera ógvuliga sigandi, at allir arkitektarnir, mæla til, at tjóðleikarhúsið verður við Eystaru vág, leggur Tróndur Sigurðsson afturat.
Hann vísir tó á, at tá kommunan mælti til at brúka Skálatrøð, tá var økið við Bursatanga ikki ein møguleiki, tí havnin skuldi brúka økið. Men við útbyggingini av havnini, er skaptur møguleiki fyri at brúka økið til annað endamál.
- Eg havi saknað virksemi við Kongabrúnna og Bursatanga. Eg havi væntanir um, at vit kunnu klára at umskapa økið við Bursatanga til eitt spennandi øki vil lívi í, til gagns fyri trivnaðin í miðbýnum, situr Tróndur Sigurðsson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald