Innanlands

Formansskapurin fer at umrøða drotningavitjanina

Fíggjarætlanin, løgtingsarbeiði og drotningavitjanin í summar eru á skránni hjá formansskapinum hjá løgtinginum fyrrapartin

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-29 08:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Formansskapurin í løgtinginum hittist klokkan 10 og trý mál eru á skránni.

Millum annað skal drotningavitjanin, sum verður 14. til 19. juli, umrøðast. Formansskapurin fer eisini at umrøða fíggjarætlanina hjá løgtinginum fyri 2022 umframt løgtingsarbeiði.

Í formansskapinum hjá løgtinginum eru Jógvan á Lakjuni, formaður, Johan Dahl, Eyðgunn Samuelsen og Bjørt Samuelsen.

Løgtingið fór í summarferiu 29. apríl og kemur saman aftur á ólavsøku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder