
Í farnu viku vitjaði formansskapurin í Løgtinginum í Danmark í sambandi við árliga fundin við danska formansskapin í Fólkatinginum.
Á fundinum, sum var í Jútlandi, kunnaðu formansskapirnir um viðkomandi politisk evni hjá londunum báðum, eins og tosað varð um onnur áleikandi mál. Fundurin ímillum formansskapirnar var samstundis sum ríkisfundur var í Føroyum og var hetta sjálvandi ímillum viðkomandi evnini, ið umrødd vórðu, skrivar heimasíðan hjá Løtinginum.
Umframt fundin varð eisini vitjað hjá eitt nú donsk-amerikonsku fyritøkuni Terma, sum framleiðir eitt nú partar av nýggju og háteknologisku F-35 hernaðarflogførunum. Harumframt varð vitjað í fregattini Jylland. Serstaka fregattin varð bygd í 1860 og var eitt av teimum størstu krígsskipunum hjá dønum tá í tíðini. Síðan 1979 hevur fregattin ligið við Ebeltoft, har hon nú virkar sum eitt savn.
Skift verður ímillum vertsleiklutin annað hvørt ár, og sostatt kemur danski formansskapurin aftur at vitja í Føroyum í juni 2026, skrivar heimasíðan hjá Løgtinginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald