
Leygardagin 18. mars var aðalfundur í Parkinsonfelagnum og mikudagin skipaði nevndin seg á fyrsta nevndarfundinum. Nýggj forkvinna er Anna Katrina Beder.
Á jólaløtuni hjá Parkinsonfelagnum í novembermánaða boðaði formaður felagsins frá at hann av persónligum orsøkum ikki longur hevði orku til at standa á odda fyri felagnum. John William Joensen varð valdur í nevndina fyri júst nýggju árum síðan og síðan 2021 hevur hann verið formaður.
Á aðalfundinum boðaði kassameistari felagsins, Joy Ann Simonsen, somuleiðis frá at hon av persónligum orsøkum ynskti at sleppa úr nevndini. Joy hevur verið virkin nevndarlimur í fimm ár hjá Parkinsonfelagnum.
Aðalfundur felagsins, sum var í MEGD húsinum leygardagin tann 18. mars, valdi nýggja nevnd og á fyrsta nevndarfundinum mikukvøldið skipaði nýggja nevndin seg soleiðis:
Anna Katrina Beder, forkvinna
Harriet Midjord Gordonsdóttir, næstforkvinna
Jóhan Eliasen, kassameistari
Elisabeth Magnadóttir Simonsen, skrivari
Birita Juliansdóttir Hansen, nevndarlimur
Joy Ann Simonsen, tiltakslimur
Eyðbritt Eyðsturstein, tiltakslimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald