Innanlands

Formansumfar á skránni í kvøld

Hetta verður sum framhald av Degi og viku. Tað er enn óvist hvør, um nakar, fer at umboða Fólkaflokkin

Formansumfar í 2019 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Formansumfar í 2019 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-11-10 14:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Valstríðið er byrjað, og tað verður av álvara skotið í gongd í kvøld, tá formansumfar verður í Kringvarpinum.

Georg L. Petersen, leiðari á Aktuelt deildini hjá Kringvarpinum, upplýsir fyri Portalinum, at hetta verður sum framhald av Degi og viku, sum verður nakað styttri í kvøld. 

Formansumfarið byrjar væntandi umleið 19.15. Óvist er framvegis, hvør fer at umboða Fólkaflokkin, og um nakar yvirhøvur kemur at standa við tann pultin, ið verður longst til vinstru ella høgru. 

Sum allir aðrir flokkar hevur Fólkaflokkurin fingið innbjóðing til í kvøld, men Kringvarpið hevur einki frætt aftur enn, sigur Georg L. Petersen.

Støðan hjá Fólkaflokkinum er nú, fýra vikur undan valinum, ógvuliga serlig, tí formaður floksins legði frá sær fyrrapartin. Floksleiðslufundur er á skránni seinnapartin og í kvøld, har álvarsliga støðan hjá flokkinum skal viðgerast, 

- Til tann viðgerðin er liðug, neyðugar avgerðir tiknar og nýggjur formaður valdur, hava vit ikki fleiri viðmerkingar til støðuna.

Hetta gjørdi Beinir Johannesen, formaður í tingbólkinum, greitt í skrivi fyrr í dag. Hann er ein av favorittunum til formanssessin.

Les eisini: 
Váttað: Christian Andreasen stillar ikki uppaftur
Fýra vikur til val

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder