Innanlands

Formligt samstarv millum føroyska og grønlendska universitetið

Hósdagin varð avtala undirskrivað millum Fróðskaparsetur Føroya og Ilisimatusarfik í Grønlandi, sum skal rudda slóð fyri samstarvi um undirvísing, gransking og fyrisiting á universitetunum báðum

Gitte Adler Reimer, rektari á Ilisimatusarfik, og Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya (Mynd: Fróðskaparsetur Føroya)

Gitte Adler Reimer, rektari á Ilisimatusarfik, og Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya (Mynd: Fróðskaparsetur Føroya)

2025-06-06 15:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

- Hendan avtalan skal ikki í nakra skuffu, men fremjast í verki.

Gitte Adler Reimer, rektari á universitetinum í Grønlandi, smíltist, meðan hon segði nakað soleiðis, tá hon og setursrektarin hósdagin skrivaðu undir nýggja samstarvsavtalu millum universitetini bæði.

Avtalan, sum í fyrsta umfari gongur yvir fimm ár, skal styrkja um bondini millum Føroyar og Grønland við tí fyri eyga at menna vitan og útbúgving í Útnorðri.

Ein hornasteinur í avtaluni er flytføri hjá akademiskum starvsfólki millum setrini bæði fyri at menna vitanarumhvørvið tvørfakliga. Talan kann vera um undirvísing hvør hjá øðrum í styttri tíðarskeið, gestafyrilestrar ella størri granskingarsamstørv.

Universitetini ætla eisini at samstarva á fyrisitingarliga og tekniska økinum og læra hvør av øðrum m.a. um at menna útbúgvingar av felags áhuga, at styrkja um lestrarfyrisitingarnar, tryggja góðskuna í útbúgvingunum og samstarva um ph.d.-skúla.

Í november í fjør vóru starvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya á vitjan á universitetinum í Grønlandi. Tað var í sambandi við, at Setrið hevði fingið fígging frá Norðurlendska Ráðharraráðnum til eina verkætlan um "fyrisitingarnetverk millum smá universitet í Arktis".

Á arbeiðsskránni vóru verkstovur, fundir og kunning, sum høvdu til endamáls at eyðmerkja viðurskifti, sum áttu at verið fevnd av komandi samstarvi. Síðani ferðina hava partarnir samskift um innihaldið í samstarvsavtaluni, sum eisini skal styrkja báðar partar til at kunna søkja um fígging til gransking í Arktis, har áhugamálini eru felags.

Fróðskaparsetur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder