Innanlands

Formula tilnevnt til Game-Changer virðisløn frá HPE

Føroyska KT-fyritøkan hevur seinastu árini styrkt sína støðu sum eitt af fremstu tøknifyritøkunum á sínum øki

2026-01-20 09:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyska KT-fyritøkan Formula er tilnevnd til virðislønina kallað “HPE Årets HPE Game-Changer 2025”, sum verður latin á HPE Awards. Vinnarin verður kunngjørdur fríggjadagin 30. januar. 

HPE Årets HPE Game-Changer er ein virðisløn, sum heiðrar samstarvs partnarar hjá stóru amerikansku fyritøkuna Hewlett Packard Enterprise (HPE), ið hava skapt veruligan virði við nýhugsan, strategiskari tilgongd og við at flyta mørkini fyri, hvussu HPE-loysnir verða nýttar í veruligan rakstur.

Virðislønin verður givin til fyritøkur, sum:

  • hava tikið nýggj ella øðrvísi stig við HPE-tøkni
  • hava gjørt mun hjá kundum við framkomnum og burðardyggum loysnum
  • hava víst dirvi, nýhugsan og førleika at seta loysnir í rakstur, sum skapa ítøkiligar broytingar.

 Undangonguvirki á sínum øki

Formula hevur seinastu árini styrkt sína støðu sum eitt av fremstu tøknifyritøkunum á sínum øki. Í 2024 varð Formula bæði nominerað og vann heiðurin HPE Fighters, og í 2025 er fyritøkan aftur nominerað – hesaferð til Ársins HPE Game-Changer. 

Henda tilnevning frá Hewlett Packard Enterprise er ein staðfesting av tí arbeiði, sum er lagt í at byggja burðardyggar, tryggar og framsøknar loysnir, skrivar Formula í tíðindaskrivi. 

Ein fegin stjóri staðfestir:

- Hetta er ein serlig løta fyri okkum í Formula. Tilnevningin vísir, at okkara fokus á nýhugsan, kvalitet og kundavirði ger mun – eisini á altjóða støði, sigur Fróði Magnussen.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder